Krabbi býr í einum dukkuhøvdi

Joseph Cronk tók film av hendingini fyri at vísa, hvørja oyðileggjandi ávirkan plast og rusk annars hevur á livandi í umhvørvinum.

 

 

Tá  Joseph Cronk hin 10. mai í ár hentaði rusk á strondini í Wake Island í Kyrrahavinum, sá hann ein krabba, sum hevði funnið sær eitt dukkuhøvd úr plastikki sum sítt heim.

Joseph Cronk sigur, at hann tók film av hendingini fyri at vísa, hvørja oyðileggjandi ávirkan plast og rusk annars hevur á livandi í umhvørvinum.

Hann heldur, at hevði hann tikið dukkuhøvdið úr plasti frá krabbanum, hevði krabbanum neyvan verið lív lagað.

Wake Island er oyggj, bygd úr koralrivi, og oyggin liggur sambært Wikipedia umleið 3400 kilometrar vestan fyri Hawaii. 

Filmsbrotið við krabbanum í dukkuhøvdinum á strondini í Wake Island kann síggjast um hesa leinkju -

https://www.vgtv.no/177447?jwsource=cl