Krabbaurð og Tjant

Hjá teimum, sum troyttast av valinum, er nú høvi til eina lítla fríløtu fríggjakvøldið

tiltak

Til tey ið vilja hava frí frá valinum og politikki, um ikki annað, so í tveir og ein hálvan tíma, er høvi til tess fríggjakvøldið 16. januar. Konsert og sjónleikur verur í Gamla Meiðaríði í Havn. Søgur úr Krabburð, ið hava gingið nú í seinastuni verða supleraðar við konsert við bólkinum Tjant.
Manningin í Tjant er sviðin Anders Hagberg á floytu og saksofon, Heðin Ziska Davidsen á gittar, Arnold Ludvig á bass og Brandur Jacobsen á trummum. Søgur úr Krabburð vera framførdar av Hans Tórgarð og Bárður Persson úr Grímu.
Ein fløga kom út í mei mánað 2003 á plátufelagnum TUTL undir heitinum Tjant. Løgini eru øll skrivað av Heðin Ziska Davidsen, og tónleikurin, ið verður framførdur fríggjakvøldið, er av hesi fløgu. Tá fløgan kom út í mei, var ikki gjørligt at fáa Anders Hagberg hendan vegin, hóast tað var ætlanin. Nú er hann her. So hetta er útgávu konsertin so at siga.
Søgur úr Krabbaurð byrjar klokkan 20.00 og hálvan annan tíma seinni verður so farið til tónleikin.