Krabbasjúklingar fáa hjálp við kostinum

Sjúklingar við krabbameini hava ofta trupulleikar við at fáa nóg mikið og nóg góða føði, men nú kunnu sjúklingar og avvarðandi leita hjálp í nðggjum bóklingi við kostráðum

 

Ein snøggur og litfagur bóklingur skal nú geva krabbameinssjúklingum og teirra avvarðandi eina hjálpandi hond, tá tað snðr seg um kost.

Sjúklingar við_ krabbameini hava ofta trupulleikar við at fáa nóg mikið og nóg góða føði. Hetta kann koma av sjúkuni ella hjáárinum av sjúkuviðger_ini.

- Tað hevur stóran týdning, at bæði sjúklingurin og avvar_andi fáa ráð og vegleiðing skjótast tilber. Ein sjúklingur, ið fær nøkta tørvin á rætta kostinum og ikki lætnar, stendur seg betur ímóti sjúkingi og teimum hjáárinum, sum eru tengd at henni, siga tey, sum hava staðið fyri arbeiðnum at gera bóklingin.

Tey eru Margret Mortensen, sjúkrasystur á Landssjúkrahúsinum, Jónhild West, økonoma, og Jansy Gaardlykke, sum er ráðgevandi sjúkrasystur hjá Føroya Felag móti Krabbameini.


Ymsir trupulleikar

Tað kann vera torført at geva einfalda kostráðgeving til krabbameinssjúklingar, tí tað eru ymisk sløg av krabbameini, og tí eru trupulleikarnir við kosti ymiskir.

Men nýggi bóklingurin hjá Krabbameinsfelagnum roynir at taka hædd fyri teimum ymisku trupulleikunum, sum kunnu standast av sjúkuni ella viðgerðini. Bóklingurin er býttur upp í partar, sum koma við uppskotum um, hvussu teir ymsu trupulleikarnir kunnu loysast, og hvør matur hóska seg best til ymisku hjáárinini.

- Góð koststøða bøtur um líkindini fyri at hava ta_ gott, hóast sjúku og krevjandi viðgerð. Er maturin ikki rætt samansettur kann tað føra til óvirkni, vónloysi og tunglyndi, verður sagt í bóklinginum.

Tað er Føroya Felag móti Krabbameini, sum gevur bóklingin út.

ek