Nýggj hagtøl hjá danska heilsustýrinum vísa, at fleiri túsund sjúklingar við krabbameini bíðaðu ov leingi eftir at verða viðgjørdir í 2017. Ásettu tíðarfreistirnar vórðu ikki hildnar í fýra av fimm landslutum í Danmark, vísa hagtølini.
Undanfarnu árini hevði tað annars gingið støðugt betri at fáa viðgjørt krabbasjúklingar innan tíðarfreistirnar, sum eru ásettar í donsku krabbameinsætlanunum. Men í fjør fór aftur at ganga skeiva vegin.
Tølini hjá Heilsustýrinum vísa, at 23 prosent av sjúklingunum við krabbameini bíðaðu ov leingi eftir at verða settir í viðgerð í 2017. So illa hevur ikki gingist hjá danska heilsuverkinum at halda viðgerðarfreistirnar síðani 2014.
– Hvørt einasta tal í hagtølunum umboðar ein sjúkling og avvarðandi, sum bíða eftir viðgerð fyri álvarsliga sjúku. Tað gongur ikki, at vit eru sett trý ár aftur í tíðina, sigur stjórin í danska krabbameinsfelagnum á heimasíðu felagsins.
Tíðarfreistirnar fyri krabbameinsviðgerð eru ásettar í krabbameinsætlanunum, sum eru úrslit av einari politiskari avgerð í 2017 um, at krabbamein skal roknast sum ein bráðsjúka, ið skal kannast og viðgerast skjótt. Í krabbameinsætlanunum stendur, hvussu long tíð kann ganga frá ávísing til viðgerð verður latin sjúkrahúsinum, til sjúklingurin verður settur í viðgerð.
Verða freistirnar ikki hildnar, kann sjúkan breiða seg og verða verri at viðgera, sigur danska krabbameinsfelagið.