Ein krabbameinsvirkisætlan fyri Føroyar er nú nærri veruleikanum.
Á fundi í farnu viku kundu Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, greiða umboðum úr Krabbameinsfelagnum frá, at fyrsta stigið til eina føroyska virkisætlan á krabbameinsøkinum er niðurfelt í fólkaheilsuætlanina, sum verður løgd fyri tingið í næstum.
Áheitan frá Krabbameinsfelagnum
Landsstýrismaðurin upplýsti harumframt, at næsta stigið verður at seta ein serfrøðingabólk at gera virkisætlanina.
Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag móti Krabbameini, fegnast um, at løgmaður og landsstýrismaðurin í heilsumálum hava tikið áheitanina frá Krabbameinsfelagnum í so stórum álvara og so skjótt.
Tað var í februar, at Føroya Felag móti Krabbameini heitti á løgmann, ið er verji hjá Krabbameinsfelagnum, um saman við felagnum at seta sjøtul á arbeiðið at orða eina krabbameinsvirkisætlan fyri Føroyar.
Áheitanin varð send í sambandi við visjón 2015. Ein krabbameinsvirkisætlan er ein heildarætlan, ið umfatar fyribyrging av krabbameini og viðgerð og røkt av krabbameinssjúklingum.
Tíverri eru Føroyar, sum er, eftirbátur á hesum økjum. Skal krabbameinsøkið mennast og viðgerðin vera á sama stigi sum í londunum kring okkum, er alneyðugt, at vit í Føroyum fáa eina virkisætlan, ið kann seta út í kortið, hvussu vit skipa fyribyrgjandi tiltøk og hvussu krabbameinsviðgerin og røktin mennist á best møguligan hátt í komandi árum, siga umboð fyri Føroya Fealg móti krabbameini.