Krabbameinssjúk børn og foreldur hava opið hús

Tíðindaskriv

Eins og í fjør hevur Bólkurin við foreldrum at krabbameinssjúkum børnum opið hús 15. februar frá klokkan 16.00 til 18.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn - 15. februar er altjóða dagur fyri krabbameinssjúk børn. Foreldrabólkurin vónar, at nógv nýta høvið at støkka inn á gólvið henda dagin; ikki bara tey, ið eru sjúk ella í viðgerð í løtuni, men eisini tey, sum hava havt krabbamein sum barn ella ung.
Foreldrabólkurin, sum hevur seks ár á baki, er ein virkin bólkur. Tey skipa javnan fyri tiltøkum børnunum at frama. Hesa stuttu tíðina bólkurin hevur verið til, hava børnini saman við foreldrum og systkjum verið bæði uttanlands og her heima og ferðast.
Á hvørjum ári fáa 1-2 børn í Føroyum staðfest krabbamein og tí legst aftrat í bólkinum alla tíðina. Føroysk børn, ið fáa krabbamein, eru í serstøðu á tann hátt, at tey ikki kunnu fáa viðgerð og røkt fyri sína sjúku í heimlandinum, men mugu leita av landinum – ofta í sera drúgva tíð – at fáa lekidóm og røkt. Tíbetur vísa hagtølini, at nógv tey flestu vinna á sjúkuni.
Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í hølunum hjá Føroya felag móti krabbameini altjóða dagin fyri krabbameinssjúk børn, sigur Føroya Felag Móti Krabbameini og Foreldrabólkin í tíðindaskrivi.

FØROYA FELAG MÓTI KRABBAMEINI