Krabbameinsfelagið fer nú aftur undir nýtt skeið í listterapi. Talan er um eitt tilboð til tey, ið hava ella hava havt krabbamein.
Royndirnar frá undanfarnu skeiðum hava verið sera góðar og hava víst, at listterapi er ein góður háttur at stuðla fólki, ið eru ella hava verið rakt av álvarsligari sjúku. Tí fer felagið undir enn eitt skeið í listterapi, sum byrjar í januar næsta ár.
- Tey luttakandi fáa saman við øðrum í somu støðu møguleikan at verða hoyrd og rúmað við tí, tey hava uppá hjarta. Luttakararnir kunnu gloyma seg burtur eina løtu í kreativum uppgávum og arbeiða við tí, ið tyngir, og tí, ið gevur meining. Tey kunnu gerast meira tilvitað um seg sjálvan og egnan mátt og á henda hátt styrkjast á leiðini víðari í lívinum, sigur Krabbameinsfelagið.
Tey, sum kundu hugsað sær at luttikið, skulu ikki aftra seg, hóast tey als ongar royndir hava við at fáast við list.
- Listterapi snýr seg ikki um at gera listarlig meistaraverk, men við til dømis máling, tekning, skriving ella modellering ber til at arbeiða við tíni støðu, tonkum og kenslum. Saman við terapeutinum verður tosað um tað, sum hesin persónurin hevur tilevnað. Verkini eru áhugaverd innihaldsliga, ikki í útsjónd, siga tey úr Krabbameinsfelagnum.
Tað verður Fía Lamhauge, sum er listterapeutur og life coach, ið kemur at undirvísa.