Krabbameinsgransking farin fyri skeytið

Gloprarregnið í Keypmannahavn seinasta leygardag kann fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri altjóða krabbameinsgransking og tey, sum hava ella fáa krabbamein. Blaðið 24 Timer skrivar, at vatnið hevur eftir øllum at døma oyðilagt fleiri milliónir sera týdningarmiklar vevnaðarroyndir og livandi kyknur í goymsluni hjá Kræftens Bekæmpelse, sum verður mett at vera ein av teimum týdningarmestu í heiminum innan krabbameinsgransking.

Leif Vestergaard Pedersen, sum er stjóri í Kræftens Bekæmpelse, sigur viðblaðið, at hetta var tað ringasta, sum kundi henda. Enn vita tey ikki við vissu, hvussu nógv er oyðilagt, men tey bera ótta fyri, at allar kyknurnar eru farnar fyri skeytið. Tær skulu goymast í 130 kuldastigum, men sunnudagin stóðu mátararnir á 0.

Í Kræftens Bekæmpelse halda tey, at kyknur, sum eru tiknar frá 57.000 frískum dønum, kunnu bjargast, tí tær krevja ikki so nógvan kulda sum krabbameinskyknurnar. Kyknurnar, sum eru frá frískum fólki, verða brúktar til at kanna sambandið millum eitt nú kostvanar og krabbamein.