Krabbameinsfelagið skipar fyri stuðulstiltaki á Drelnesi

Tað er nú leygardagin 13. apríl frá kl 13.00 -17.00, at Krabbameinsfelagið, saman við stuðulsfelagnum í Suðuroy, hevur eitt áhugavert, alment kunningartiltak í Cafe økinum í SALT.

 

Tíðindaskriv

 

Neyv skrá er viðheft niðanfyri, sum vísir, nær fleiri viðkomandi og upplýsandi framløgur, frá millum øðrum hjálparbólkum, verða um ymisk evnir.

Eisini luttekur m.a. Suðuroyar Apotek, Salong Fríðgerð (parykkar v.m.), Linda-Lekkur undirklæðir (protesir v.m.) og zoneterapeutur.

Til ber at koma og fara, júst tá tað passar tykkum millum kl. 13-17. Kaffi, te, vatn og okkurt undir tonnina verður at fáa. 

Grannakaffi-bússan er sjálvandi við í SALT.

Lív og Tróndur fara at hugna um, við góðum tónleiki.

Tiltakið er ókeypis.

Stóra takk til tær kommunur og fyritøkur í Suðuroy, sum hava stuðlað tiltakinum.

Verið hjartaliga vælkomin!

 

##med2##

##med3##

##med4##