Í farnu viku fekk Krabbameinsfelagið stórfingna gávu frá felagsskapinum Kiwanis.
Felagsskapurin hevur latið føroyska krabbameinsfelagnum 100.000 krónur í gávu.
Hetta var mikukvøldið í farnu viku, tá gávan bleiv handað í hølunum hjá Kiwanis í Havn.
Pengarnir eru oyramerktir til arbeiðið við sjúkum børnum og børnum, sum eru avvarðandi.