Við sínum eyðkendu gulu súkkludraktum eru Team Rynkeby súkklararnir vorðnir ein kend mynd á landavegum kring Føroyar.
Talan er ikki bara um eitt vanligt súkklufelag, men súkkla fólkini fyri eitt vælgerandi endamál. Súkklararnir gera tað fyri at varpa ljós á og hjálpa børnum, ið hava fingið staðfest krabbamein, og teirra foreldrum. Hvør ár skipar felagið so fyri ymiskum átøkum, har peningur verður samlaður til hetta endamálið.
Á samkomu í gjár var so tíðin komin at handa formanninum í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, innsavnaða peningin. Tað var Alfred Hummeland, liðskipari á Team Rynkeby 2015, ið handaði formanninum í Krabbameinsfelagnum ein kekk á 945.000 krónur.
Jákup N. Olsen takkaði súkklarunum fyri teirra stóra arbeiði og upplýsti fyri teimum gott fýrs fólkunum, ið vóru komin saman, at peningurin verður deildur í trý.
Ein partur verður brúktur at veita fíggjarliga hjálp til familjur hjá børnum, ið hava krabbamein, ein partur verður játtaður til gransking innan øki og so verður stuðul eisini latin foreldrabólkinum. Tað er ein bólkur fyri foreldur, hvørs børn hava fingið staðfest krabbamein.
Jákup N. Olsen upplýsti eisini, at tað í Føroyum eru eitt til tvey børn hvørt ár, ið fáa staðfest krabbamein.