Krabbameinsfelagið varpar ljós á húðkrabba

Føroya Felag móti Krabbameini fer nú av álvara at varpa ljós á húðkrabbamein. Húðkrabbamein er tað slagið av krabbameini, sum í tilburðum er mest vaksandi seinastu árini í Føroyum.

Tilburðirnir av húðkrabba eru nærum trífaldaðir eftir 10 árum, serliga vandamikla móðurmerkjakrabbamein. Í nærum fjórða hvørjum krabbameinstilburði er sostatt talan um húðkrabba.

Stovna hjálparbólk
Føroya Felag móti Krabbameini fær javnan fyrispurningar frá fólki, sum hava fingið staðfest húðkrabba og sum fegin vilja tosa við fólk, sum eru í somu støðu sum tey. Felagið metir tí, at tíðin er komin at seta á stovn ein bólk fyri tey, ið hava ella hava havt húðkrabbamein. Hetta verður gjørt 13. juni 2006, tá ið felagið skipar fyri almennum fundi á Hotel Hafnia. Danski húðlæknin Michael Heidenheim fer at halda fyrilestur um húðkrabba og móðurmerkjakrabba, viðgerð og fyribyrging.
Atvoldin til øktu tilburðirnar av húðkrabba er serliga sólin, at fólk eru ov nógv úti í sólini og undir kunstigari sól. Hóast sóltímarnir í Føroyum eru færri enn aðrastaðni, vita vit, at sólin er minst líka sterk her ella kanska sterkari.
Tí eru hyggjuráðini at verja húðina væl, tá ið sólin skínur, og ansa eftir ikki at vera ov leingi í sólini.

Hagtøl
Hagtøl yvir tilburðir av húðkrabbameini seinastu tíggju árini geva eina greiða ábending; tilburðirnir eru nærum trífaldaðir frá 1995 til 2005, frá 16 tilburðum í 1995 til 52 í fjør. 
Serliga seinastu 5 árini eru tilburðirnir øktir í tali, í 2001 vóru teir 20 í tali, árið eftir 32, í 2003 28, í 2004 41 og 52 í fjør.
Serliga tilburðirnir av móðurmerkjakrabbameini eru øktir í tali, úr 1 ella 2 nítiárini til 10 í 2004 og 15 í 2005.
Móðurmerkjakrabbamein kann vera ógvuliga vandamikið.
Á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum www.krabbamein.fo  eru góð ráð, hvussu húðkrabbi kann fyribyrgjast.