Krabbameinsfelagið fegnast um uppskotið, sum kemur fyri í tinginum í dag, at banna fólki undir 18 ár at taka sól í solarinum, og at sólmiðstøðir skulu vera mannaðar.
- Hetta tí, at tað er prógvað, at nýtsla av solarium økir markant um vandan fyri húðkrabbameini og lívshættisligum móðurmerkjakrabbameini, skrivar Krabbameinsfelagið á sínari heimasíðu.
Gallupkanning frá september 2010 vísir, at bólkurin av teimum 15 til 24 ára gomlu, sum brúka solarinum, er meira enn hálveraður seinastu trý árini ? úr 47 prosentum og niður í 21 prosent.
Uppskotið frá Tjóðveldi kemur til fyrstu viðgerð í dag.











