Krabbameinsfelagið fekk 76.700 krónur

Seinasta leygardag var stór stuðulskonsert í bygdahúsinum á Strondum, sum Lív Jónsveinsdóttir Hansen tók stig til. Allar inntøkurnar frá konsertini fóru óskerdar til Krabbameinsfelagið og tað var ikki smávegis, sum kom burturúr. Endaliga upphæddin gjørdist 76.700 krónur.

 

- Vit kunnu bara staðfesta, at virði av hesum tiltaki fevnir nógv longur enn tað peningaupphædd, sum kemur inn. Øll, ið luttaka og stuðla, taka lógvatak saman og eru við til at lyfta byrðar saman við okkum. Eisini at varpa ljós á krabbamein hjá teimum, ið gerast sjúk og familju teirra. Við tykkara persónliga stuðuli og luttøku, eru tit við til at gera silvur til gull, segði Jansy Gaardlykke, dagliður leiðari í Krabbameinsfelagnum, tá hon tók móti kekkinum á móttøku í gjár.

 

- Hetta tiltak er við til at hjálpa okkum at hjálpa. At hjálpa og vegleiða fólki, sum hava krabbamein og eisini teimum, sum varða av, er stórur partur av arbeiðinum hjá felagnum. Øll skulu hava møguleika at fáa hjálpina, og tí er hon eisini ókeypis. Felagið ynskir at vísa tí sjúka og teim avvarðandi á glottar, og saman fáa hesar at víðkast mest møguligt, so vónin, ljósið og lívsmótið aftur kunnu spíra, segði hon.

 

- Inntøkurnar hjá felagnum eru limagjald og gávur. Fyri at Krabbameinsfelagið kann hjálpa, er týðandi, at tað eru nógv, sum rætta eina hjálpandi hond, eisini at fáa pening til vega. Tí fløvar hetta tiltak almikið  – og tað ger veruliga mun, segði Jansy Gaardlykke.