Heilsumálaráðharrin, Aksel V. Johannesen, legði í gjár eina umfatandi krabbameinsætlan fyri Tingið til aðalorðaskifti. Ætlanin er í 58 tilmælum og skal fremjast komandi trý árini.
Ætlanin er í fimm punktum. Talan er um fyribyrging, sjúklingagongd, skreening, endurmenning og at enda gransking. Tað eru 58 tilmælir og í tí stóra kunnu vit siga, at tað, ið verður lagt upp til, er, at sjúklingurin fær eina heildartilgongd beinanvegin, hann hevur staðfest krabbamein. Hvat sjúklingagongdin verður og hvørjar viðgerðir hann skal ígjøgnum, sigur Aksel V. Johannesen.
Hetta er galdandi heilt frá staðfesting av sjúkuni fram til endurmenningina.
Aðalorðaskiftið vardi í fýra tímar, og Aksel V. Johannesen var væl nøgdur við tað, hann hoyrdi.
- Eg haldi, at Tingið hevur tikið væl ímóti krabbameinsætlanini, og framsøgufólkini vóru væl fyrireikað og høvdu sett seg væl inn í málið. Tey vóru eisini øll positiv, sigur Aksel V. Johannesen.
Spurningurin, sum hekk í luftini, var, hvussu hendan ætlanin skuldi fíggjast, skuldu øll 58 tilmælini setast í verk innan 2012. Og hvussu er so ætlanin at fíggja tær 27 milliónirnar í íløgum og tær um 20 milliónirnar í rakstri, sum ætlanin kostar.
Góðar vónir
- Tá tosað verður um 27 milliónir í íløgur, so tosa vit um ein nýggjan CT-skannara, ein nýggjan MR-skannara og ein nýggjan mammograf. Pengar eru settir av á fíggjarlógini fyri 2010 til ein nýggjan CT-skannara, sum verður keyptur í leypi av várinum, og so er ætlanin at seta pening av til ein MR-skannara í 2011 og ein mammograf í 2012, sigur Aksel V. Johannesen.
Tá tað kemur til rakstur, fer hann at økjast við einum 20 milliónum krónum hesi trý árini, krabbameinsætlanin varar.
- Men eini 35-40 av tilmælunum kosta einki at seta í verk, og tey verða eisini sett í verk beinanvegin. So eru tað nøkur, sum kosta heilt lítið, kanska eitt stað millum 30.000 og 100.000 krónur, og tey verða eisini sett í verk innanfyri verandi fíggjarkarm hjá Heilsumálaráðnum, sigur Aksel V. Johannesen.
So eru tað nøkur tilmæli, sum kosta meira, og tá verður neyðugt at hækka karmin til Heilsumálaráðið, skulu tey tilmælini setast í verk.
- Tað arbeiði eg so miðvíst fram ímóti, og eftir aðalorðaskiftið, havi eg góðar vónir um, at tað fer at eydnast, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður íeilsumálum.