Landssjúkrahúsið boðar í dag frá, at screening fyri bróstkrabba nú verður sett í verk í Føroyum, og at hetta verður eitt tilboð, sum allar føroyskar kvinnur millum 50 og 69 ár fara at fáa.
- Hetta eru avgjørt góð tíðindi at frætta, sigur formaðurin í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, sum greiddi soleiðis frá í Rás 2.
Landssjúkrahúsið hevur lýst eftir serlækna og væntandi verða fyrstu kvinnurnar innkallaðar longu í desember mánaði.
Eftir ætlan skulu 2.500 kvinnur kannast árliga, so allar kvinnur millum 50 og 69 ár frameftir verða kannaðar annaðhvørt ár.