Støðan er álvarslig og tað er neyðugt við einum greiðum boðskapi til tey ungu.
Tað sigur Føroya Felag ímóti Krabbameini, nú ein nýggj kanning vísir, at fleiri og fleiri ung brúka solarium.
Krabbameinsfelagið sigur, at nú er tíðin búgvin til at seta 18 ára aldursmark fyri at brúka solarium, so fólk skilja álvarsemið í hesum.
Kanningin, sum Gallup hevur gjørt, vísir, at sum brúka færri og færri føroyingar solarium.
- Í 2007 søgdu 18% av føroyingum seg taka sól, samanborið við 13% í 2010. Men kanningin, sum varð gjørd fyri tveimum máðanum vísir, at 10%, brúka solarium. Krabbameinsfelagið sigur, at hetta er ein ítøkilig minking upp á fýra ár, tó at talið framvegis er ov høgt.
Men minkingin umfatar tíverri ikki tey 15-24 ára gomlu, tí í tí aldursbólkinum eru tað fleiri og fleiri, sum brúka solarium.
- Tað er álvarsligt, sigur Krabbameinsfelagið.
Kanningin vísti, at í 2007 vóru 47% í hesum aldursbólki, sum tóku sól, í 2010 vóru tað 21%, meðan talið í 2011 var vaksið upp aftur í 24%.
Sostatt brúkar næstan fjórði hvør unglingi ímillum 15 og 24 ár solarium.
- Mangar stórar kanningar hava staðfest, at solarium økir munandi um vandan fyri móðurmerkjakrabbameini, og alheims heilsustovnurin, WHO, hevur flokkað solarium í sama vandabólki sum royking og asbest.
- Eisini vísa kanningar, at tess yngri tú ert, tess størri er vandin.
Hóast ein bara brúkar solarium eina ferð um mánaðin trýfaldar tað vandan fyri at fáa móðurmerkjakrabba.
Tí hevur Krabbameinsfelagið síðani 2009 mælt til, at tað verður ólógligt hjá ungum undir 18 ár at brúka solarium og at sólstøðir skuldu vera mannaðar.
Men higartil hevur Løgtingið ikki vilja samtykt tað.
Annars hava fleiri lond ásett aldursmark fyri at brúka solarium og seinasta dømi um hetta er Noreg.
Krabbameinsfelagið staðfestir, at seinastu árini hava ávaringarnar verið mangar; og flestøll vita, at tað er vandamikið at leggja seg undir bláu geislarnar.
Men felagið heldur, at nú hevur verið ávarað so leingi, uttan at hetta hevur ávirkað nýtsluna hjá teimum ungu nóg mikið.
Sostatt er tíðin nú er búgvin til eitt 18 ára aldursmark fyri solarium, so fólk skilja álvarsemið í hesum, sigur Krabbameinsfelagið.