Danir eru í størri vanda fyri at fáa krabbamein enn fólk í øðrum londum. Tað vísir ein nýggj frágreiðing hjá heimsheilsustovninum WHO. Frágreiðingin, sum granskarar hjá World Cancer Research Fund hava skrivað, sigur, at fyri hvørjar 100.000 danir fáa 326 staðfest krabbamein um árið, og tað er meiri enn í nøkrum øðrum landi í heiminum.
Granskarin Martin Wiseman, sum hevur verið við til at skriva frágreiðingina, sigur við bretska blaðið The Telegraph, at rúsdrekka, royking og vantandi rørsla eru orsøkin til tað heldur óhepna metið hjá dønum.
-Vit vita, at fólk í londum, sum hava høgar inntøkur, hava lættari við at gerast ov feit, drekka ov nógv alkohol og røra seg ov lítið, sigur granskarin. Hann ásannar kortini, at ein orsøk til tey høgu tølini í Danmark kann vera, at danskir læknar duga væl at staðfesta sjúkuna.
Martin Wiseman leggur dent á, at broytingar í lívsháttinum hjá fólki kunnu ávirka vandan fyri at fáa krabbamein.