Ein av fremstu spælarunum hjá hondbóltsfelagnum Stjørnuni í Klaksvík er Annika Karlsdóttir Ljósstein.
Fyrst í árinum helt hon seg hava funnið ein knykil í øðrum bróstinum. Hon fór til kanningar, men einki var at finna.
- Eg var órólig, og ein dagin í summar, eg var til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum, segði ein lækni, at hann skuldi taka biopsi-roynd, sigur Annika, sum er læknaskrivari.
Góðar tríggjar viku seinni fekk hon boðini, at hon hevði krabbamein í øðrum bróstinum.
Dagin eftir varð hon løgd undir skurð, og hon var heppin, tí krabbameinið var ikki farið víðari.
Hon fær nú kemoviðgerð og aftaná nýggjár skal hon til Danmarkar at fáa strálur.
Annika hevur tað gott og sær tað ikki sum nakra ólukku, at hon hevur fingið krabbamein.
Góðar vinkonur
Fyri tveimum vikum síðan komu liðfelagar hennara í Stjørnuni at spyrja hana, hvat hon segði til, at tær fóru at gera nakað fyri at savna inn pening til granskingina av bróstkrabba. Tær vildu fegnar á henda hátt stuðla Anniku.
- Mær dámdi tað ógvuliga væl, tí tað ræður um at vera opin um sjúkuna, og eg vil fegin vísa, at eisini ung ítróttarfólk sum eg kunnu fáa krabbamein, sigur Annika.
Stjørnukvinnurnar hava verið runt hjá fyritøkum og handlum í Klaksvík við áheitan um at stuðla, og brævið er somuleiðis lagt í fleiri postkassar hjá privatfólki.
Tær hava eisini tosað við Krabbameinsfelagið, og tær hava fingið armbond frá felagnum at selja í sambandi við dystin týskvøldið.
Sjálvar fara stjørnurnar týskvøldið at spæla í blusum frá krabbameinsfelagnum, og tað halda sponsorarnir vera í lagi.
Kyndil tók væl ímóti hugskotinum um at spæla til frama fyri krabbameinsgranskingini og hevur eggjað viðhaldsfólkum sínum at fara til Klaksvíkar týskvøldið fyri at stuðla innsavningini.
Øll sølan av atgongumerkjum fer somleiðis til innsavningina.
Venjing skal til
Síðan Annika Karlsdóttir Ljósstein fekk staðfest krabbamein, hevur hon ikki kunnað vant í Stjørnuni, men hon plagar at vera við fyri at gera nakrar venjingar.
- Tað geri eg, tí allar kanningar vísa, at man kemur skjótari fyri seg við at vera væl fyri kropsliga, sigur Annika.
Hon sigur, at liðfelagar hennara hugsa so nógv um hana, at er hon ikki í høllini, tá ið tær byrja at venja, ringja tær eftir henni.
Annika hevur frá fyrsta degi tosað opið um, at hon fekk krabbamein.
- Eg havi sagt tað allastaðni, har eg havi verið, og tá eg havi møtt fólki, havi eg skundað mær at sagt teimum tað. Eg havi vist teimum, hvussu knykilin kendist, og eg syrgi fyri, at fleiri ymisk fólk koma við mær til kemoviðgerð, so tey skulu vita, hvussu tað er. At umhvørvið er hugnaligt o.s.v. , sigur Annika.
Skal vera opin
Tað eru framvegis tey, sum halda, at fært tú krabbamein, er alt liðugt.
- Eg vil gjarna sleppa at fortelja serliga børnum, at tað ikki bara eru tilkomin fólk og mammur, sum fáa krabbamein, og at sjúkan kann lekjast. Meira opin og natúrlig vit eru um sjúkuna, betri er. Lívið steðgar ikki upp, fyri tað um tú fær krabbamein.
Kemoviðgerðin hevur við sær, at hárið fellur. Annika hevur tí fingið parúkk.
- Parúkkurin riggar væl , men eg tími ikki at ganga við honum til dagligt. Eg krógvi heldur ikki á nakran hátt, at eg havi krabbamein. Parúkkin fari eg bara í, tá ið eg ordiliga skal pynta meg, sigur Annika.
Hon er spent uppá, hvat kemur burtur úr týskvøldið.
Alllur peningurin, sum kemur inn í dystinum og í innsavningini fer óskerdur til innsavningina “Stuðlið bróstunum”, bróstkrabbagranskingini, sum fer fram á Landssjúkrahúsinum.
Herrópið hjá Stjørnuni er:
- Stjørnan vil vinna á bróstkrabba, vilt tú eisini?










