Krabbamein elvt av HPV virus drepur fleiri enn 500.000 menniskju árliga!

- ein viðmerking til umrøðu Dimmalættingar mikudagin av nýggju koppsetingarætlanunum móti HPV virus

Í ársfrágreiðing Landslæknans seinastu trý árini yvir deyðsorsøkir, dominerar talið av “kræft i andre og uspecificerede lokalitater”! Hvussu nógv av hesum doyðu av kreftformum, ið verða elvdir av HPV virus, fáa vit tíverri ikki at vita. Hinvegin sæst úr sama yvirliti, at hesi trý árini vóru 14 aðrir deyðstilburðir, har orsøkin kann hava verið krabbi elvdur av hesum sama virusi.

Í tíðarskeiðinum 1996 til 2003 síggjast deyðssporini týðuligari. Tá verða 15 føroyskar kvinnur sagdar deyðar av krabba í lívmóðurhálsi, men eisini her er talið í “andre og uspecificerede lokaliteter” ovurhonds stórt og ikki nágreinað. Harumframt doyðu hesi ár 29 av krabbaformum, hvørs høvuðsorsøk kann hava verið HPV infektión!

Í Danmark doyggja árliga 175 kvinnur av undirlívskrabba, sum skuldast HPV virus.

Um allan heim verður tal teirra, ið doyggja av krabba vegna HPV virusið, mett at verða 500.000 árliga.

Vón mín er, at vaccinatiónirnar kunnu byrja sum skjótast, og at hesar, saman við kyknukanningunum, um nøkur ártíggjur hava bast hesum drepara, sum rakar so mong heim, her og alheims.

Nevnast kann, at talan er um at koppseta tríggjar ferðir innan eitt hálvt ár- og møguliga einaferð seinni. Koppsett verður um 12 ára aldur, og virknaðurin verður væntaður so góður, at ikki verður mett neyðugt at koppseta dreingir.