Nú verður farið undir arbeiðið at gera eina nýggja krabbameinsætlan fyri Føroyar – og hon skal vera liðug í seinasta lagi tann 1. mai næsta ár.
Tað hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, gjørt av, og tí hevur hann nú sett ein arbeiðsbólk, sum skal orða ta nýggju krabbameinsætlanina og samstundis er eisini stýrisbólkur settur at fylgja við arbeiðnum.
Landsstýrismaðurin sigur, at nýggja krabbameinsætlanin skal lúka málsetningin hjá samgonguni um viðgerðartrygd.
– Tí fer tað at standa í nýggju ætlanini, at ongin krabbameinssjúklingur skal bíða í meira enn 30 dagar eftir at fáa viðgerð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Annars er endamálið við krabbameinsætlanini eisini at seta tiltøk í verk, sum skulu minka um vandan fyri at fáa krabbamein.
Arbeiðið við nýggju krabbameinsætlanini er býtt í tveir partar. Tann fyrri parturin er at eftirmeta núverandi krabbameinsætlan frá 2009, har hugt verður eftir, hvørji tilmæli í henni ikki eru sett í verk enn, og hvussu tey kunnu setast í verk.
Seinni parturin snýr seg um at lýsa verandi støðu hjá krabbameinssjúklingum, sum hon er nú, og út frá tí skal arbeiðsbólkurin so koma við tilmælum um, hvussu vit kunnu byrgja fyri, at fólk fáa krabbamein, og hvussu tey, sum fáa krabbamein, kunnu fáa ta bestu viðgerðina.
Endamálið er at hava fastar mannagongdir so at krabbaamein verður staðfest so tíðliga sum til ber og endamálið er eisini, at tey, sum fáa krabbamein, skulu fáa so skjóta og dygdargóða viðgerð, sum tilber, so fleiri gerast frísk, ella kunnu liva longri við sjúkuni.
Arbeiðsbólkurin er soleiðis mannaður: Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsumálaráðnum, er formaður, formaður og hinir limirnir eru Petur Joensen, ráðgevari í Heilsumálaráðnum, Kristianna Larsen á Lofti, leiðslufulltrúi í Heilsumálaráðnum, Tordis Kristiansdóttir, yvirlækni og serlækni í krabbasjúkum á Landssjúkrahúsinum, Elin Jakobsen, sjúkrarøktarfrøðingur á Ambulatorium fyri krabbasjúklingar á Landssjúkrahúsinum, Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum, og Bjarni Wardum, kommunulækni.
Og í stýrisbólkinum sita Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, sum er forkvinna, go hinir limirnir eru Tummas í Garði, læknafakligur varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, og Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.
Harumframt verður ein tilvísingarbólkur eisini settur í næstum, sum skal gera viðmerkingar til uppskotini, sum arbeiðsbólkurin kemur við. Tilvísingarbólkurin verður mannaður við umboðum fyri avvarðandi fakfólk, stovnum, sjúklingaumboðum, og øðrum.