Tey, sum fáa krabbamein, skulu hava trygd fyri, at sleppa í viðgerð, áðrenn ein mánaður er farin. Tað gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í Løgtinginum í morgun.
Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn vildi hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu gongur við at halda vallyftið hjá Sambandsflokkinum um viðgerðartrygd til øll. Tað er, at tá ið ein er raktur av sjúku, skal viðkomandi hava krav upp á at verða sett í viðgerð, áðrenn ein mánaður er farin.
Hon vísir á, at Sambandsflokkurin er farin at føra seg fram upp á, at málið um viðgerðartrygd, er longu avgreitt. Ruth Vang visti einki um, at hetta er avgreitt og tí vildi hon hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum.
Málið um viðgerðartrygd er ikki avgreitt, sigur hon, og tí heldur hon, at Sambandsflokkurin pyntar seg við læntum fjaðrum.
Kaj Leo Holm Johannesen vísir á, at enn er kravið um viðgerðartrygd ikki lógarfest, men tað er endamálið. Men hann sigur, at talan er um eitt rættiliga umfatandi hugtak. og í Danmark fóru tey undir hetta arbeiðið longu í 2000, men tey eru ikki komin á mál enn, so hetta eru ikki skjótt syftir seiðir, sigur hann-
Men hann sigur, at á summum økjum hava fólk trygd fyri at fáa viðger áðrenn ov long tíð er farin. Á neurologiska økinum er bíðitíðin stytt úr einum ári, niður í tríggjar mánaðir. Eisini á endurvenjingarøkinum, er bíðitíðin stytt.
Hann sigur eisini, at í hesum døgum verður seinasta hond løgd á eina nýggja krabbameinsætlan og har verður tað eitt mál, at tá ið illgruni er um krabbamein, skulu fólk hava krav upp á at sleppa í viðgerð, áðrenn ein mánaði er farin.
– Viðgerðartrygd er eitt bjart mál at seta sær og vit taka sjúku fyri sjúku og tryggja okkum, at bíðitíðin ikki skal vera longri enn ein mánað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Sirið Stenberg, fyrrverandi landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at í roynd og veru hava øll longu viðgerðartrygd, tí øll fáa viðgerð. Spurningurin er bara, hvussu leingi, sjúklingar skulu bíða eftir at fáa viðgerð.
Men hon sigur, at ein orsøk til, at bíðitíðin er so drúgv á summum økjum, er, at tað er ringt at fáa skikkaðar læknar, og onnur starvsfólk. Hon sigur, at støðan er eisini tann, at á summum økjum, er bíðitíðin longd, tí tað er so ringt at fáa fatur á skikkaðum starvsfólki. Tí má tað vera ein partur av arbeiðnum, at útvega fleiri læknar, og onnur starvsfólk, heldur Sirið Stenberg.