Talið á krabbameinstilburðum í Evropa er økt 10 prosent tey bæði seinastu árini. Tølini umfata 39 lond í Evropa, og tey vísa, at tilburðirnir av krabbameini vóru 10 prosent fleiri í 2006 enn í 2004.
Altjóða krabbameinsgranskingarstovnurin sigur, at royking er ein orsøk, men ein onnur orsøk er, at fólk í Evropa liva longri nú enn fyrr. Harafturat hevur betri útgerð gjørt, at nú ber til at staðfesta fleiri tilburðir av bróstkrabba.
Hetta er kanska eisini ein orsøk til, at í fjør vóru fyri fyrstu ferð fleiri tilburðir av bróstkrabba enn lungnakrabba.
Lungnakrabbi er tó framvegis tann krabbasjúkan, ið krevur flest mannalív.