Krabbagággan takkar fyri seg

Eftir at hava ferðast í egnum landi er krabbagággan nú farin úr súru hosunum og hevur pakkað ryggsekkin út. Ferðingin er liðug fyri í ár, men hvør veit - kanska fer hon út at ferðast aftur komandi ár.

Krabbagággan skrivar:
Nú er ein upplivingarrík tíð sum ferðafólk í egnum landi komin at enda. Tað er ikki tí at eg havi sæð Føroyar úr øllum vinklum og ferða tær á tamb, at ryggsekkurin nú verður lagdur. Nógv áhugaverd støð, sum onnur ferðandi hava sagt mær frá um, eru enn eftir at vitja, og summir partar av landinum, ið eg kundi hugsað mær at upplivað, hava als ikki verið á skránni. Sandoyggin og Norðoyggjar yvir ein kamb liggja enn órørdar til eina aðru ferð, og tað sama gera aðrir partar av landinum. Soleiðis vil tað altíð vera, tí eingin ferðamaður kann síggja alt á einari ferð. Hóast smáar eru Føroyar, tíbetur, nóg stórar at ferðast í fleiri ferðir.
 
Hvussu var tað so at ferðast sum krabbagágga í egnum landi? Tað var útmerkað. Hevur man eyguni opin fyri einari nýggjari uppfatan av gerandisligu Føroyum og roynir at uppliva tær sum ferðafólk heldur enn føroyingur á veg frá A til B, kemur ymiskt til sjóndar, sum ikki sæst annars. At lata bilin standa og royna at koma sær fram á annan hátt er ein góður máti at noyða seg sjálvan at síggja landið við nýggjum eygum. Tá fært tú tíð at steðga á og njóta bíðitíðina, og tá eru Føroyar knappliga ikki longur so smáar, at tú altíð kanst vera heima aftur um eina lítla løtu.
 
Her at enda vil eg takka øllum teimum, sum, sjálvboðin og ikki, hava verið partur av upplivingum á ferðini og harvið eru umtalað og siterað í ferðafrásøgnunum. Hesar hava stundum verið rættiliga beinleiðis og, fyri nú at brúka eitt gott føroyskt orð, óføroyskar, men vónandi hevur eingin kent seg illa farnan.
Føroyar sæddar ígjøgnum sólbrillurnar á ferðamanninum eru stundum vakrar, stundum ljótar, stundum stórbærar, stundum láturligar, stundum stuttligar og stundum keðiligar. Soleiðis er tað, og eingin grund hevði verið til bert at greitt frá helvtini.