Krabbagággan skrivar:
- Eg fari suðureftir.
Tað ljóðar so deiliga eksotiskt. Hendan ættin er fyri okkum norðbúgvar vegurin til summar, sól og strond.
Umborð á Smyrli á veg suðureftir fyllir tað eksotiska tó sera lítið á nethinnuni og enn minni í nøsini, tá gingið verður framvið sonevndu flúgvarasetrunum. Luftin ber brá av at her hava fólk við sjóverki tømt sær vælindini so leingi nakar kann minnast.
Einaferð gingu suðuroyingar kravgongu við boðum um at "ogur eiga Smyrol". Nú mugu tigor gjarna eiga hann, hugsi eg, men unni teimum kortini betur. Hetta skipið er farið væl og virðiliga framvið seinasta søludegi og treingist til at verða annaðhvørt umvælt ella útskift. Alt bendir á at tað seinna fer at henda um stutta tíð, men lat okkum nú ikki skjóta skinnið fyrr enn gamli Smyril er seldur, og yvirmenninir hava skrivað undir tey røttu pappírini.
Í kaffistovuni umborð á Smyrli fylgir alt vanligu rutinuni. Flestu ferðafólkini hava verið umborð ótalligar ferðir fyrr og sita á sínum meira ella minni føstu plássum. Krabbagággur umborð á Smyrli eru heldur sjáldsamar, og føroyskar krabbagággur eru sum lundar í nissuhúgvu jólanátt. Tí er tað einki at siga til, at hundrað pør av eygum fylgja okkum á okkara leið frá inngongdini inn til fremstu beinkirnar.
Veðrið er rættiliga gott, meðan vit sigla suðureftir, men kortini flytur skipið seg nakað, og skjótt síggjast heldur fá høvd í kaffistovuni. Ístaðin hómast føtur í leysari luft útfyri flestu beinkirnar. Meðan vit sigla framvið einsamøllu Lítlu Dímun er rættiliga friðarligt umborð, men so skjótt Suðuroyggin kemur í eygsjón og gevur lívd fyri havalduni ernast fólk. Høvdini koma uppundan aftur, og røddirnar harðna. Endiliga eru hini ferðafólkini heima aftur, og endiliga eri eg komin til Suðuroyar.
Á naknu atløgubryggjuni á Drelnesi stendur ein kunningarskúrur, har eg beinanvegin leiti mær leiðbeining. Hetta er annað lív enn at leita eftir bussum í Eysturoynni. Eg fái greitt at vita hvør av hjástøddu bussunum ætlar sær til Sumbiar.
- Skunda ter! Hann fer avstað so skjótt sum hann sær, at øll eru komin í land, sigur daman í kunningarskúrinum, og hyggur spent út ígjøgnum vindeyga fyri at hyggja, um bussurin kanska longu hevur sett kós ímóti Føroya syðstu bygd.
Men hann er ikki farin, og eg stígi umborð.
Skal eg koyra ryggsekkin í viðførisrúmi? spyrji eg bussføraran.
- Ja, men skunda ter! Je fari avstað beint nú.
Eg nái tað, og næsta tíman sita vit báðir myndamaðurin og stara út ígjøgnum bussvindeygað og síggja bygdir í ymsum skapum. Onkur tekur seg so væl út í landslagnum, at myndamaðurin tekur myndatólið fram, aðrar eru so lítlar og keðiligar, at man kanska átti at kalla tær búsetingar heldur enn bygdir.
Aftaná at hava koyrt slalom ígjøgnum landsins syðsta berghol, koma vit oman í Sumbiar bygd. Veðrið er av tí fagrasta, børn ganga í stuttum buksum, so tað merkist, at vit eru farnir suðureftir í dag. Tann, sum droymir um heitar hvítar strendur sunnanfyri, vaknar tó við kaldan dreym í Sumba. Her er sandurin á strondini svartur.
Sumbingar hava eftir øllum at døma ikki so nógv at taka sær til í dag. Ein gongutúrur ígjøgnum bygdina fer framvið ikki færri enn sjey bilvaskandi sumbingum. Eg spyrji ein eldri sumbing uttan vaskibust í hondini hvussu langt tað er til Akraberg, syðsta enda á syðstu oynni her í landinum.
- Tað plagdi ikki at vera langt. Tá eg var óviti runnu vit niðan har á leistum. Men nú hava teir stikað so ólukksáliga, so tit vera noyddir at fara tann longra túrin eftir vegnum. Bíða, tit kunnu fara við hesum her, sigur eldri maðurin og steðgar einum lastbili, ið kemur koyrandi framvið.
Eldri maðurin hevur grein í sínum máli. Her eru hegnpelarnir so títtir sum talufeilirnir í útvarpinum, so ikki er hugsingur um at fara stytsta veg ígjøgnum hagan. Men veðrið er so gott at vit takka nei til óføra tilboðið um at verða koyrdir niðan.
Vegurin út í Akraberg er asfalteraður og lítið verri enn restin av veganetinum í Suðuroynni, sum í nógvum støðum er so vánaligt at tveir bilar ikki kunnu møtast uttan trupulleikar. Í øllum førum ikki um annar av bilførarunum er norðingur, sum ein bussførari í Suðuroynni tekur til.
Á vegnum út ganga vit framvið famøsa millumbylgjusendaranum í Akrabergi við tilhoyrandi bygningum. Hesin dýri varðin frá glaðu áttatiárunum tekur seg út sum ein heilur býlingur, og sigst eisini at kunna hýsa tveimum familjum alt árið.
Nú koma fyrst vitin og síðan vøkru vitapassarahúsini til sjóndar. Vit fara so langt oman, sum vit sleppa, oman til tokulúðurin í Akrabergi, og njóta sjónina eina góða løtu. Sunnari sleppur ein krabbagágga í egnum landi ikki, og nógv heitari enn beint nú fær hon tað heldur ikki.
Sólin bakar, og nøsin verður reyð.