Hetta er høvuðsmynstrið, nú ein nýggur árgangur av føroyskum miðnámsskúlanæmingum eru um at gera seg lidnar, og fleiri velja at fara undir hægri útbúgving. Umleið 590 fólk fara í hesum døgum til endaliga próvtøku á gymnasialu miðnámsskúlunum í Føroyum, upplýsir Mentamálaráðið.
Sambært tølum, sum stuðulsstovnurin Studni kunngjørdi fyrr í ár hevur talið á føroyingum á hægri lærustovnum verið støðugt vaksandi tey seinastu árini.
Byrja fyrr
– Rákið tykist at vera, at eitt sindur fleiri enn fyrr fara undir hægri lesnað beint eftir miðnámsskúlan, eg giti at talið man liggja um 10-20%. Tað kann hava samband við, at tað hevur verið eitt politisk ynski, at tey ungu byrja fyrr, og tað tykist sum at fleiri fara undir framhaldslestur í Danmark, har tey fáa bonusstig, um tey byrja innan tvey ár eftir miðnámsskúlan. Eisini kann arbeisloysið hava ein týdning, sigur Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni, sum upplýsir, at meðalaldurin á teimum lesandi sum heild er lækkaður.
Samstundis vísa tølini, at kappingin um tey vælumtóktu lestrarplássini harðnar. Skalt tú t.d. lesa medisin, altjóða politikk, retorikk, sálarfrøði á Universitetinum í Keypmannahavn, skal tú hava mint 10 í meðal.
Hástatus-fakini draga og tey flestu vilja til Keypmannahavnar. Og í so máta tykjast føroyingarnir ikki at vera stórt øðrvísi enn onnur, sigur Holger Arnbjerg.
Hægri krøv
– Karakterkrøvini til tær vælumtóktu útbúgvingarnar uttanlands eru í høvuðsheitum hækkaði nakað tey seinastu árini. Fleiri lestrarstøð í Danmark hava fingið karakterkrøv væl omanfyri 9 í meðal og hetta er eisini alment galdandi fyri lærustovnar í Onglandi, sigur Holger Arnbjerg.
Tað, sum nógv hinvegin ikki gáa um er, at bróðurparturin útbúgvingunum, sum verða bodnar út í Danmark hava eingi karakterkrøv. Velur tú t.d. at lesa mál í Sønderborg, sosiologi í Esberg ella samskiftisvísund í Kolding, er tað nóg mikið, at tú hevur eitt miðnámsprógv. Og soleiðis er tað so nógva aðrastaðni eisini.
– Sum dømi kann eg nevna at av teimum tilsamans 89 útbúgvingunum, sum Aalborg Universitet bjóðaði út í fjør, vóru bert fýra útbúgvingar við karakteravmarkingum. Til allar hinar 85 útbúgvingarnar var tað nóg mikið, at tú hevði eitt miðnámsskúlaprógv. So tað er vert at leggja sær í geyma, at summastaðni er lættari at koma inn ella aðrastaðni. Hettar er galdandi bæði fyri Danmark og onnur lond, sigur Holger Arnbjerg.