- Eg haldi, at vit hava fingið eitt gott skip.
Ein av teimum, sum hevur verið í projektbólkinum, sum hevur fyrireikað nýggja vaktarskipið, er Kristin Rasmussen.
Men hann sigur, at var ein trupul uppgáva at fáa Brimil at lúka øll tey krøvini, sum vóru sett til tað nýggja skipið.
Hann sigur, at eitt, sum hevur gjørt uppgávuna so trupla, er at skipið skuldi vera so fjølbroytt og skuldi lúka so nógvar uppgávur. Vit eru eitt lítið land, so tað er neyðugt at hava eitt ógvuliga fjølbroytt skip.
?Tað, vit hava fingið, er í veruleikanum fýra skip í einum. Vit hava fingið eitt vaktarskip, eitt bjargingarskip, eitt skúlaskip og eitt havumhvørvisskip.
? Og tað hevur ikki bara verið sum at siga tað, at fáa allar hasar funktiónirnar bygdar inn í sama skip, tí tað setir rætiliga stór krøv.
Skúlaskipið skal hava skúlastovu, uppihaldsrúm, koyggjur til 16 næmingar. Havumhvørvisskipið skal kunna taka olju upp - og tá er viðhvørt vandi fyri spreingingum. Vaktarskipið skal kunna halda vakt og bjargingarskipið skal kunna standa fyri bjargingum, undir nógvum ymsum umstøðum, bæði á víðum havi og tætt undir landi og tað skal eisini kunna taka lut í leiting eftir fólki á landi.
Kristin Rasmussen sigur, at skipið er m.a. útgjørt við infrareyðum hitasøkjarum, sum kann finna, sum flýtur í sjónum, ella fólk á landi, sum eitt nú, eru dottin oman. Somuleiðis er skipið útgjørt við sterkum projektørum. Tað skal eisini kunna taka lut í uppkláringum aftaná at vanlukkur eru hendar, tvs. at tað skal kunna taka upp aftaná vanlukkur.
Tað er eisini hugsað um, at skipið skal kunna seta veðurmátarar, eitt nú aldumátarar og aðrar mátarar út.