Krøvini fyri Olshanu-uppruddingina slept

Av ótta fyri at fáa endurgjaldskrav frá reiðarínum hjá russiska trolaranum Olshana, sum sakk við Flesjarnar fyri góðum tveimum árum síðan, hevur landsstýrið gjørt av at taka aftur rokningina móti reiðarínum fyri uppruddingina

Olshana Endaligt punktum er nú helst sett við hendingina, tá ið russiski trolarin Olshana sakk við Flesjarnar í august 2007. Fyri langari tíð síðan varð avgjørt, at eingin kanning skal gerast, og nú hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum fingið undirtøku frá landsstýrinum um, at einki krav skal setast móti reiðarínum fyri tær átta milliónirnar, sum tað kostaði at rudda upp og í tilbúgving. Landsstýrið sendi annars beinanvegin eina rokning áljóðandi fimm milliónir til russiska reiðaríið Zamphorflot, sum átti Olshanu. Best at tiga Men seinni vendi Innlendismálaráðið sær til Advokatskrivstovuna og bað um eitt tilmæli, og tað tilmæli var, at tók landsstýrið ikki rokningina aftur, var mest sannlíkt, at reiðaríið fór at koma við mótkravi fyri missin av skipinum. Reiðaríið hevur alla tíðina sagt, at tað var burturvið at skræða skipið av skerinum, har tað stóð, í staðin fyri at tøma tað fyri olju og bíða eftir flóðini. Annika Olsen og starvsfelagi hennara Jacob Vestergaard vóru samd um, at klókast var at sleppa kravinum, og hini landsstýrisfólkini vóru samd. - Vit halda tunguna mitt í munninumí fyrsta umfari, men kemur reiaríið við kravi fyri missin av skipinum, senda vit rokningina, sigur Annika Olsen. Árni Dam í Faroe Agency, sum var umboðsmaður hjá russiska reiðarínum, væntar ikki, at reiðaríið kemur við rokning. Málið er liðugt, heldur hann. Strangari enn ES Men hendingin hevur havt ein annan prís. Eingir av teimum russisku trolarunum, sum fiska kongafisk, koma longur til Føroya. - Men tað kemur eisini av, at tað er so trupult hjá russiskum skipum at koma til Føroya at landa, og tí fara tey aðrastaðni. Eg veit ikki, hvussu tað ber til, men Føroyar ganga nógv strangari eftir eftir ES-reglunum, enn nakað ES-land ger, sigur Árni Dam. Myndartekstur: Olshana fór til botns fyri meira enn tveium árum síðan. Nústaðni ber til at siga, at máli helst er liðugt Mynd: Jens Kristian Vang