Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF, ið er ein stytting fyri Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. fyritøkum, hava í dag handað hvørjum øðrum sáttmálakrøvini til nýggjan sáttmála. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.
Talan er um fyrsta stig í samráðingunum um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í peningastovnum og tryggingarfeløgum. Gamla avtalan er galdandi fram til 1. mai 2019.
Vinnuhúsið upplýsir, at næsti fundur millum partarnar verður um tvær vikur. Tað vil siga mánadagin 25. februar.