Krøv um sparing eru skot út í tóman heim

? Tað er ongin avtala í samgonguni um at spara 200 milliónir næsta ár og eg haldi meg til tær avtalur, vit hava gjørt, sigur Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum

Fíggjarlógin 2003

? Tað er ikki gott at vita, um fíggjarnevndin yvirhøvur kann meina tað í álvara.
Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, er hampiliga róligur eftir at hava verið í samráði við fíggarnevndina um fíggjarlógina fyri næsta ár.
Í Sosialinum í gjár avdúkaðu vit, at landsstýrismenninir Páll á Reynatúgvu, Bill Justinussen og Annliss Bjarkhamar, hava fingið boð frá samgongulimunum í fíggjarnevndini um at spara einar 200 milliónir næsta ár afturímóti teimum tølum, sum landsstýrið hevur sett á uppskotið til fíggjarlóg.
Av teimum var Páll á Reynatúgvu tann, sum fekk boðini um tær harðastu sparingarnar, tí hann hevur fingið boð um at skarva 90 milliónir av játtanini, sum landsstýrið annars hevur ætlað, at almannamálini skuldi fáa næsta ár.
Men tað tykist sum um Páll á Reynatúgvu er rættiliga sinniligur, hóast hann hevur fingið boðini um hesar umfatandi sparingarnar.
?Eg uppfati ikki fíggjarnevndina sum eitt einaræðisveldi, sum av sínum eintingum kann stinga politikkin hjá samgonguni út í kortið, ella kann áleggja mær sparingar.
? Hinvegin er fígjarnevndin eitt týdningarmikið amboð til at føra politikkin út í lívið, sum samgongan stingur út í kortið.
? Men tað skal fíggjarnevndin gera útfrá tí leisti, sum samgongan frammanundan er blivin samd um, tí hon kann ikki av sínum eintingum leggja ein nýggja politikk til rættis.
Hann sigur, at samgongan hevur valt fólk í landsstýrið til at skipa stjórn við einum samgonguskjali sum grundarlagi. Hendan stjørnin skal so raðfesta tey øki, sum samgongan er samd um.
? Og tað er hetta, sum varð gjørt, tá ið landsstýrið gjørdi uppskotið til fíggjarlógina fyri næsta ár.

Misálit á landsstýrið
Páll á Reynatúgvu uppfatar tí kravboðini frá fíggjarnevndini um umfatandi sparingar, sum eitt rímiliga stórt misálit á landsstýrið.
Men so leggur hann afturat, at hann ivast í, um fíggjarnevndin meinar tað í álvara, tá ið hon áleggur honum at spara 90 milliónir.
Og hann heldur, at hetta er tríva dekan og langt inn á øki hjá landsstýrismanninum.
?So er tað ein spurningur, um eg eri rætti maðurin at vera landsstýrismaður, tí so hevði tað kanska verið betri at fíggjarnevndarformaðurin, Óli Breckmann, sjálvur var landsstýrismaður og framdi tær sparingar, hann helt, skuldi til.
?Við øðrum orðum haldi eg, at vil fíggjarnevndin hava so umfatandi sparingar, hevði tað verið sjálvsagt, at hon eisini segði, hvar hon heldur, at tað ber til at spara so nógv.
Sjálvur sær Páll ikki møguleikar at finna sparingar á hasum støðinum innan almannaøki.
?Nógv tað mesta av okkara útreiðslunum er lógarásettar útreiðslur. Tað eru lønir til fólk, sum skulu hjálpa teimum, sum koma í eina trupla støðu, ella tað eru veitingar til fólk í eini truplari støðu. Har er ikki nógv at skalta og valta við, sigur Páll á Reynatúgvu.
?Skulu broytingar gerast, krevjast lógarbroytingar og tað tekur tíð.
? Skal tann avtalaði politikkurin broytast, er tað bara samgongan sum skal gera tað og tað krevur eina meiri djúptøkna viðgerð í samgonguni. Tað er ikki nakað, fíggjarnevndin kann geva okkum harraboð um.
Kemur fíggjarnevndin við boðum, sum ikki eru í samsvari við avtalaða politikkin, kann tað tískil illa takast fyri fult.
?Og spurningurin er, um fíggjarnevndin meinar tað í álvara. Men at koma við so umfatandi kravboðum, uttan at meina tað, er at skapa óneyðugan ótta og tað tænir ongum endamáli.
?Vit eiga ikki at gloyma, at vit eru 17 fólk í samgonguni. Og skulu broytingar gerast, er tað ein fortreyt, at minst 17 tingfólk hava rygg til at gjøgnumføra broytingarnar. Tað er ein veruleiki, sum heldur ikki fíggjarnevndin kann gera nakað við.
Og at boða frá tiltøkum, sum lítil og ongin møguleiki er at gjøgnumføra politisk, er at leypa óneyðugan ótta á alla skipanina og tað er óneyðugt hálvgum framav á henda hátt.

Út í tóman heim
Men tað eru samgongupolitikarar, sum hava boðað frá, at tað verður neyðugt at spara 200 milliónir á fíggjarlógaruppskotinum næsta ár?
? Hetta eru skot út í tóman heim tí tað er ongin avtala um tað í samgonguni. Verða sparikrøvini meint í álvara, eiga tey, sum seta tey fram, at taka málið til viðgerðar í samgonguni, fyri at vita, hvat meiriluti er fyri.
? Tað kann ikki takast í álvara at politikarar tveita 200 milliónir út í luftina og vóna, at tær dettur niðuraftur sum sparingar onkustaðni aftaná fyrsta januar.
Løgmaður er ovasti politiski leiðarin í samgonguni. Átti hann at tikið stig til at forða fyri slíkum?
?Tey, sum eru vald í landsstýrið, hava fingið litið upp í hendur at stinga politikkin út í kortið og tað vildi verið undarligt at tikið tey av ræði aftur nakrar fáar mánaðir aftaná. Eg haldi, at tað er óneyðugt at loyva partapolitiskum ella privatpolitiskum markeringum av hesum slagnum í eini tilgongd, sum frammanundan er rættiliga trupul.
? So frægt av dissiplin átti at verið innanhýsis í samgonguni, heldur Páll á Reynatúgvu.