Oljuting
Hann heldur, at tað kann gagna føroysku vinnuni at verða veitari til oljuvinnuna í Føroyum, tí hetta kann geva referansur til víðari marknaðarføring úti í heiminum, eftirsum oljuvinnan er ein alheimsmarknaður.
Hvat viðvíkur keikantskrøvunum annars sigur Ben Arabo, slík keikantskrøv gera aktivitetin eitt sindur dýrari, men hetta er eitt krav oljufeløgini vistu av, áðrenn tey søktu um loyvi, og hetta krav hevur minni at týða økonomiskt, enn eitt nú skattaviðurskifti.