Talv
Talvsamband Føroya og Klaksvíkar Talvfelag skipa fyri Klaksvík International 2008 í døgunum 11. - 18. oktober 2008.
Talan er um sera forkunnuga kapping. Ikki minst tí, at talan er um sterkastu talvkapping, sum telvað er í Føroyum nakrantíð ! Meðalstyrkin á luttakarunum er 2429.
Heili 4 stórmeistarar og 2 altjóða meistarar, luttaka, saman við føroyingunum Heina Olsen, Martin Poulsen og Olaf Berg. Telvað verða 9 umfør - "allir ímóti øllum".
Serliga spennandi verður, hvørt lokali Heini Olsen megnar at vinna sín triðja og seinasta IM-norm í kappingini - á heimavølli - sum harvið tryggjar honum heitið Altjóða Meistari í Talvi (IM). Evnaríku - ungu havnatelvararnir - Martin Poulsen og Olaf Berg hava somuleiðis møguleikan av álvara at taka av tilboðnum um at byrja IM-leiðina, um úrslitini laga seg eftir vild.
Telvað verður í Klaksvík - fimleikahøllini við musikskúlan. Altjóða dómarin, Arild Rimestad, verður dómari, meðan Finnbjørn Vang, fyriskipari, leiðir kappingina.
---
Fakta
Telvararnir
Telvari Tjóð Rating
GM Sarunas Sulskis Litava 2573
GM Gawain Jones Ongland 2548
GM Miroslav Grabarczyk Pólland 2516
GM Ralf Åkeson Svøríki 2484
IM Tapani Sammalvuo Finnland 2464
IM Esben Lund Danmark 2425
FM Daniel Semcesen Svøríki 2402
FM Heini Olsen Føroyar 2376
Martin Poulsen Føroyar 2281
Olaf Berg Føroyar 2227