Hósdagin seinnapartin hevur aftur onkur verið og brostið fýrverk í Hvannasundstunlinum Um fimm tíðina hósdagin seinnapartin fekk sløkkiliðið í Klaksvík boð um, at nógvur roykur var í Hvannasundstunlinum.
Sløkkiliðið og sjúkrabilur skundaðu sær á staðið.
- Tá ið vit komu, var ikki so nógvur roykur longur. Men tað var krútroykur, sigur Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari í Klaksvík.
Einki fólk var har, tá ið sløkkiliðið kom.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at fýrverk er skotið í tunlunum á Borðoynni.









