Hondbóltur
Talan verður nakrar klassiskar dystir, tá menninir fara undir næsta umfarið av hondbóltslandskappingini sunnudagin.
Í Havn fara grannarnir báðir, Neistin og Kyndil at dystast. Í fjør var tað Kyndil, sum dróg longra stráðið, tá teir í næst-seinasta umfarinum settu Neistan til viks í FM-stríðnum, og einki er at ivast í, at hetta er nakað, sum teir bláu nú vilja broyta. Fyrsta umfarið av kappingini bar eisini tap við sær til báðar partar, og tí er einki at ivast í, at tvey stig eru nærum krav hjá báðum pørtunum hesaferð.
Kollfirðingar gjørdu ein ordans vørr, tá teir løgdu fyri við at vinda burtur úr Kyndli, og tí seta teir helst eisini nøsina eftir trimum stigum, tá teir vitja H71. Hoyvíkingarnir vóru akkurát ov stuttir seinasta vikuskifti, tá teir royndu seg móti VÍF, og so er spurningurin, hvørt tað fer at skerast betri hesaferð, ella um teir enn einaferð mugu taka til takkar við tapi.
Seinasti dysturin hjá monnunum verður á Skála, har nýklassikarin millum StÍF og VÍF verður á skránni. Meira enn nakað annað, so hava júst hesi lið myndað føroyska hondbóltsoddin seinnu árini, og mest sum hvørja ferð hava dystirnir teirra millum verið spennandi fram til seinastu sekundini, og so er spurningurin, um tað sama eisini verður galdandi hesaferð.