Tað verður ein uppgerð millum eitt danskt og eitt íslendskt lið, tá tað mikukvøldið í komandi viku verður farið undir annað innleiðandi umfarið í Europa Cup fyri meistaralið. Hetta varð greitt mikukvøldið, tá íslendska meistaraliðið, KR, megnaði at spæla seg víðari úr fyrsta innleiðandi umfarinum.
KR spældi ímóti Birkirkari av Malta. Í fyrru royndini, sum var á Malta, vann KR 2?1. Mikukvøldið vóru miðalhavsmenninir í Reykjavík. Uppgerðin var á Laugardalsvøllinum, og KR vann 4?1. Tað vil siga, at teir vunnu samanlagt 6?2.
Brøndby var næstbest í superliguni síðsta kappingarár. Teir hava tískil høvi at royna seg í innleiðandi umfarinum í meistarakappingini. Teir vóru ikki við í fyrsta innleiðandi umfarinum, men nú skulu teir upp í part, og luturin fall soleiðis fyrr í hesum mánaðinum, at Brøndby skuldi spæla ímóti vinnaranum millum KR og liðið av Malta.
Fyrra uppgerðin verður í Brøndby komandi mikukvøld.
Jákup Mikkelsen og Herfølge skulu eisini royna seg í europeisku meistarakappingini. Hvørjum teir skulu spæla ímóti í triðja og síðsta innleiðandi umfarinum, áðrenn tað verður farið undir bólkaumfarið, har nógvar milliónir eru at vinna, fæst at vita í dag. Lutakastið verður á middegi.
Jákup og teir vita, at talan verður um eitt sera gott mótstøðulið. Vit kunnu vóna, at talan eisini verður um eitt áhugavert mótstøðulið. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir sleppa frá at fara eystureftir og í staðin sleppa at royna seg ímóti einum italskum, sponskum ella kanska fronskum liði.
jhalan um, at eitt ávíst praktiskt arbeiði skal gerast, men tann sosiali ella umsorgarparturin má ikki gloymast. Tey gomlu eru ikki passivir og sløktir brúkarar, tí hóast ymisk til førleika, so kunnu tey flestu kenna seg væl, um tey eisini merkja, at tey ikki heilt eru til avlops.
Lat okkum tí geva hesi skipan ta neyðugu orkuna, sum kann gera, at hon veruliga verður ein umsorgarskipan, har brúkarin er miðdepilin.
Tryggleikin
á gamalsaldri
Eg vil enda við at bera fram eitt ynski um, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd.
Viðurskiftu, sum vit politikarar kenna okkum tryggar við ? bæði sum teir, sum sita við ábyrgd og sum teir, sum um ikki so langa tíð verða pensjonistar.
Takk fyri og framhaldandi góðan eldradag
Jóannes Eidesgaard