Krásiligt og stásiligt á Hálsi

Nýggja handilshúsið Miðlon letur upp hósmorgunin


Her er ein ófatiligur aktivitetur, nú 46 tímar eru til dyrnar lata upp á nýggja krásiliga handilshúsinum: Miðlon á Hálsi.
Eini 40 fólk - handverkarar, vaskifólk, vindeygapussarar og handilsfólk dríva á at fáa Miðlon lidna til hósmorgunin klokkan 9, tá røðin av keypihugaðum føroyingum verður latin inn.
Tá eg og myndamaðurin trína inn í ljósu og stóru forhøllina, fúka neistar frá vinkulslíparum um oyrini á okkum, handverkarar ganga um beinini á hvørjum øðrum, og handlarnir, sum skulu lata upp, eru vardir av stórum plastpresendingum, so lagið av sementstøvi ikki fýkur inn á nýggju køkarnir, flatskermarnir og gávulutirnar. Allastaðni standa hálvfullir kassar við vørum, og fólk renna til og frá, tá vit finna leiðina niðan á hornaskrivstovuna hjá stjóranum í Miðlon, Mads Andreas Winther.  
- Húsið er fyrst og fremst bygt til okkara egnu handlar, so sum Elding og Inspiratión, sigur hann, og býður okkum sess í nýggju stólunum, sum enn hava prísseðil á, og ein kopp av kaffi í platsbikari.
Og Mads Andreas greiðir frá, at í fyrsta umfari lata fimm handlar og ein café upp, og seinni koma hárfríðkanarstovan Fríðkan, ein deild av Norðoya Sparikassa, umframt ein handil við barnaklæðum.
- Enn eru einir 400 fermetrar tøkir, og nógvir fyrispurningar hava verið um at sleppa at leiga, sigur Mads Andreas Winther, sum tó ikki hevur tikið av nøkrum enn.
 
Fyrst fimm handlar
Handlarnir, sum lata upp hósmorgunin, verða í fyrsta umfari Elding, sum er partur av danska El-giganten.
- Víddin á handlinum verður fýra ferðir størri enn vit høvdu í SMS, og vøruúrvalið økist samsvarandi. Eitt nú verður størri dentur lagdur á teldur, og annars at vísa allar vørurnar betur, sigur Mads Andreas, sum eisini hevur sett fleiri fólk í starv.
Næsti handilin verður HTH - setið saman, sum tekur støðið í lágpríshugtakinum, sum vit kenna úr eitt nú Ikea, har til ber at peika ein køk út, og so fáa hann heim í kassum. So kunnu fólk sjálvi seta køkin saman og harvið spara eina rúgvu av peningi.
Hin av køkshandlunum verður HTH køkstorgið, sum koyrir upp á vanliga køkshandilshugtakið, har fólk fáa ein skræddaraseymaðan køk eftir egnum ynski.  
- Hesin HTH handilin veður flottasti HTH handilin í kongaríkinum, tá hann verður liðugur, sigur Mads Andreas Winther, sjóri, meðan hann ikki sørt stoltur vísir okkum runt í stásiliga umhvørvinum. Og vit bæði, myndamaðurin Jens Kristian, mugu viðganga, at her bæði lekkurt, stílfult og gjøgnumført.
250 fermetrar av koppastellum, pútum, køks- og gávulutum verða til keyps í deildini úr donsku handilsketuni Inspiratión, sum er eitt satt paradís fyri fólk við shopoholiskum eginleikum. Og klædnahandilin Teir & Tara, sum vit kenna frá bygninginum hjá Elektron, verður granni hjá Inspiratión.