Krúnprinsurin bløðir

Drekkur illa. Misnýtir skattapening. Róthøvd. Náttarleyva. Hesi spjaldur hevur danski fíggjarmálaráðharrin Lars Løkke Rasmussen verið noyddur at leggja rygg til í donsku fjølmiðlunum seinastu vikurnar. Nú er spurningurin reistur, hvørt hann er egnaður at lyfta tunga arvin eftir Anders Fogh Rasmussen sum forsætisráðharri.

"Finansminister Lars Løkke Rasmussen bliver aldrig statsminister”.

So bersøgin er oddagreinin í dagblaðnum Nyhedsavisen fyri góðari viku síðu. Tað er sjálvandi ilt at taka dagar ímillum, hvørt Nyhedsavisen hevur verið ov brá í sínari meting av politisku framtíðini hjá Lars Løkke Rasmussen, men skriftin á vegginum er greið: Lars Løkke Rasmussen er kroystur og hansara trúvirðið sum politikari hevur veruliga fingið eitt skot fyri bógvin.

Søgur um misnýtslu av skattapeningi hava seinastu mongu vikurnar verið ovast á breddanum í donsku fjølmiðlunum. Nærum dag um dag grava fjølmiðlarnir skjøl fram sum vísa, at Lars Løkke Rasmussen í sínari tíð sum innanríkisráðharri og amtsborgarstjóri millum annað drakk øl, var á diskotek og kasino ella keypti sigarettir fyri skattgjaldarans pening. Tey seinastu tíðindi í søguni um óskilið hjá Lars Løkke Rasmussen er, at hann at í tíðarskeiðinum 1998-2001 fekk góðar 240.000 krónur endurgoldnar fyri taxa-útreiðslur. Av hesum vóru skjøl fyri 148.066 krónur útfylt skeivt ella ófullfíggjað.

At fjølmiðlar tevja blóð og at ein politikari kemur í eitt ódnarveður er ikki óvanligt. Tað hoyrir at kalla til yrkið at vera politikari. Høvuðstrupulleikin hjá Lars Løkke Rasmussen er hinvegin, at søgurnar áhaldandi koma undan kavi. Og tað er als ikki tilvildarligt.

Hevndarhugur

Í stóran mun kann Lars Løkke Rasmussen lýsast sum ein sólskinssøga í donskum politikki. Hann hevur innan rímiliga stutt tíðarskeið vunnið seg fram millum mest týðandi politikararnar í Vinstra.

Eygleiðarar eru á einum máli um, at fíggjarmálaráðharrin og næst formaðurin í Vinstra er eitt stórt politiskt talent, rættiliga skilagóður, dugnaligur at samskifta við veljararnar og hevur politiskt tev sum fáur. Hesir eginleikar hava havt við sær, at Lars Løkke Rasmussen røkir ábyrgdarfulla sessin sum fíggjarmálaráðharri og í mong ár hevur verið mettur sum natúrligi krúnprinsurin hjá Anders Fogh Rasmussen sum formaður í Vinstra og møguligur komandi forsætisráðharri.

Men Løkke hevur eisini traðkað fólk á tærnar á sínari politisku lívsleið. Og hevndarhugurin hjá hansara politisku mótstøðufólki er sambært eygleiðarum hjá fleiri donskum fjølmiðlum fremsta orsøkin til, at søgur um hansara óskil við skjølum koma fram. Tað tænir snøgt sagt fleiri pørtum í politiska umhvørvinum í Danmark, at umdømið hjá Lars Løkke Rasmussen verður dálkað.

Sjálvandi er málið um misnýtslu av skattapeningi er ein funnin fressur hjá andstøðuni á Christiansborg. Ein andstøða eigur at troyta allar møguleikar, tá høvi býðst at traðka á ein politiskan mótstøðumann. Tað er snøgt sagt politiska spælið.

Men eisini í stjórnini er áhugi at dálka Løkke Rasmussen. Fleiri fólkatingslimir í Konservativa flokkinum hava lítið til gott at bera fíggjarmálaráðharranum, tí undir fleiri politiskum samráðingum á Christiansborg hevur hann ofta havt eina óstortsliga framferð. Tann ævigi dysturin millum Konservativa flokkin og Vinstra um teir borgarligu veljararnar hevur eisini við sær, at tann Konservativi flokkurin einki hevur ímóti, at Vinstri – av og á – fær eitt skot fyri bógvin.

Sambært donsku fjølmiðlum eru eisini limir flokkinum hjá Løkke Rasmussen, sum gníggja sær um hendurnar í hesum døgum, og hetta ber prógv um at Lars Løkke Rasmussen er ein politikari sum setur kenslur í kók hjá fólki.

Gamalt persónligt agg frá seinast nítiárunum er upprunin til politiska ódnarveðrið hjá krúnprinsinum. Ein fyrrverandi politiskur mótstøðumaður frá tíðini, tá Løkke Rasmussen var í kommunalpolitikki, hevur í fleiri ár hatað sýnið á fíggjarmálaráðharranum og hevur bert bíðað eftir at fáa møguleikan at stinga hann í bakið.

Hann kennir alt sløsutu framferðina hjá Løkke Rasmussen, tá tað kemur til almennar pengar, og tí gjørdi Uffe Thorndahl av at søkja um alment innlit um forbrúkið hjá Løkke Rasmussen sum innanríkis –og heilsumálaráðharri. Og so fór bólturin á rull og hann rullar framvegis.

Moralurin í miðdeplinum

Seinastu mongu mánaðirnar hevur verið tutlað í krókunum um, at Anders Fogh Rasmussen komandi ár stingur í sekkin sum danskur forsætisráðharri og fær eitt starv í antin ES ella NATO. Hetta hevur eyðvitað við sær, at málið um Lars Løkke Rasmussen fær enn størri umrøðu, tí møguliga er talan um komandi forsætisráðharran í Danmark, sum sløsar við almennum pengum og letur skattgjaldaran rinda fyri øl, diskotek og sigarettir eftir arbeiðstíð.

Í sjálvum sær eru rokningarnar ikki stórar, sum Lars Løkke Rasmussen hevur latið skattgjaldaran rinda. Kjarnan í málinum er ikki beinleiðis upphæddirnar, men hinvegin moralurin hjá fíggjarmálaráðharranum.

Spurningurin er reistur, hví Løkke, bæði sum amtsborgarstjóri og ráðharri hevur tjent yvir eina millión krónur um árið, ikki kann drekka eina øl, keypa ein pakka av sigarettum ella fara á diskotek uttan at senda rokningina víðari til skattgjaldaran?

Í einari tíð, har persónligu eginleikarnir hjá politikarum í størri og størri mun gera av, hvar veljarin setur krossin, kann bara staðfestast, at trúvirðið hjá Lars Løkke Rasmussen stendur í botni, tí í løtuni er hann ímyndin av einum gírigum politikara, sum tekur tað, hann kann fáa. Og rokið seinastu vikurnar ynskja veljararnir at revsa hann fyri. Ein meiningakanning, sum Capacent Epinion hevur gjørt fyri DR Nyheder í vikuni, vísir, at heili 68 prosent av donsku veljarunum ikki meta Lars Løkke Rasmussen vera egnaðan at gerast danskur forsætismálaráðharri.

Má leggja vanarnar um

Tað er einki dulsmál, at næstformaðurin í Vinstra er ein grundleggjandi annar persónur enn formaðurin Anders Fogh Rasmussen. Meðan Anders Fogh Rasmussen í mong ár varð skírdur at vera keðiligur, tí hann er lítið fólksligur og rørir ikki alkohol, so er øðrvísi við Løkke Rasmussen.

Krúnprinsurin hjá Fogh Rasmussen er sjarmerandi, sosialur og stuttligur. Honum dámar væl at drekka. Onkur heldur ov væl. Honum dámar væl junk-food, roykir og er vanliga til seinasta mann, tá tað verður ballast.

Í kjalarvørrinum av hansara misnýtslu av almennum pengum, hava fleiri eygleiðarar í Danmark reist spurningin, hvørt Lars Løkke Rasmussen í ein ávísan mun ikki er noyddur at leggja lívið hjá sær um, skal hann gerast forsætisráðharri í framtíðini. Metingin er, at hansara umdømið sum “gadedreng” kann forða honum í at fáa ta virðing, sum er neyðug um hann skal gerast forsætisráðharri.

Keldur:

Information

Politiken

Berlingske Tidende



FAKTA

Navn: Lars Løkke Rasmussen

Aldur: 44 ár

Føddur: Vejle

Familja: Giftur við Sólrun Løkke Rasmussen. Tey eiga trý børn

Útbúgving: Cand.jur., Københavns Universitet, 1992

Starv: Fíggjarmálarráðharri í Danmark

Annað: Innanríkis- og heilsumálaráðharri frá 27. nov. 2001 til 23. nov. 2007. Limur í Græsted-Gilleleje Kommunalbestyrelse 1986-1997. Næstformaður í Vinstra frá 1998. Amtsborgmeistari í Frederiksborg Amtskommunu 1998-2001. Bókaútgávur: ´Løkkeland´, 2006 'Foreningshåndbogen', 1994, revideret 2006, og 'Hvis jeg bli'r gammel', 1997