Á ferð síni í Føroyum hava danskir miðlar heft seg við, at fleiri føroyingar hava spurt eftir, nær krúnprinsparið Fríðrikur og Mary og Joakim, prinsur og Maria, prinsessa, koma aftur til Føroya.
Krúnprinsparið var her seinast í 2005, Maria, prinsessa var her fyrr í ár, men Joakim, prinsur hevur ikki vitjað Føroyar síðani 1978, tá hann var níggju ára gamal.
Drotningin greiddi frá, at sjálvandi hava øll í kongahúsinum ymiska ábyrgd at gera, men hon ivast ikki í, at tey øll kundu hugsað sær at vitja Føroyar aftur.
- Eg vænti eisini, at krúnprinsparið kemur innan long tíð er farin, og so fáa vit at síggja, um tey hava høvi at taka børnini við, segði Margreta, drotning. Hon helt eisini, at tað hevði verið ein góð uppliving hjá børnunum at vitjað, og hon mintist, at hennara synir høvdu ein góðan túr, tá teir vóru í Føroyum í 1978, sum níggju og tíggju ára gamlir.
Hennara hátign vónaði heldur ikki, at hetta var hennara seinasta vitjan til Føroya.
- Eg vóni, at eg fái høvi at vitja aftur her í Føroyum. Hetta hevur verið ein sera góður túrur og fólk hava, sum altíð, tikið sera væl ímóti mær, segði hennara hátign millum annað.