Svenskarar og svenska kirkjan eru í øðini, tí krúnprinsessan Victoria vil førast til altars av pápa sínum, tá hon giftist seinni í summar. Orsøkin til atfinningarnar er, at hetta ikki er ein svenskur siður, og at krúnprinsessan ikki er ein fyrimynd fyri javnstøðuna, tá hon letur pápa sín leiða seg til altarið.
Krúnprinsessan sjálv ynskir hetta og hevur ikki givið nakra viðmerking til stríðið.
Pápi hennara Carl Gustaf segði fyrr íd ag, at hann helt at kjakið var eitt sindur yvirdrivið, men at hann ikki blandar seg upp í, hvussu prinsessan vil gera.