Mary, krúnprinsessa vitjar í Uganda í hesum døgum Mary, krúnprinsessa er verji hjá felagsskapinum ?Dansk Flygtningehjælp?. Og í hesum døgum vitjar hon afrikanska landið Uganda saman við øðrum frá ?Dansk Flygtningehjælp?. Uganda er kent í heimssøguni, sum landið har Idi Amin ráddi fyri borgum seinast í 20. øld. Tað er felagsskapurin ?Mission Aviation Fellowship? - sum er eitt flogfelag, sum veitir flutning til kristnar trúboðannarfelagsskapir kring Heimin - sum flýgur Mary og fylgi hennara runt í Uganda. Mission Aviation Fellowship er rættuliga væl kent millum fleiri fólk í Føroyum, og eru tað heilt nógvir føroyingar, sum hava samstarvað og stuðla hesum serliga flogfelagnum. Samskiftisleiðarin hjá ?Dansk Flygtningehjælp?, Mik Steenberger sigur, at tað er flóttafólkafelagsskapurin hjá Sameindu Tjóðum, sum nevnist UNHCR, sum hevur mælt ?Dansk Flygtningehjælp? til at leiga eitt flogfar frá Mission Aviation Fellowship.