Krúnborg skuldi verið seld fyri 1 milliard

Gordon Ejdesgaard

Nú kann tykjast sum um talan er um tað reina vrøvl. Men tað er tað als ikki. Búskaparliga er samanhangurin rættiliga einfaldur. Lat meg sum búskaparfrøðing og petagok stutt greiða frá hvussu hetta hongur saman. Hetta mest tí fólk spyrja og ikki rættiliga síggja saman- heingin.

Jú, sakin hongur soleiðis saman, at eingin vil gjalda meira enn neyðugt. Í hesum føri verður goldið kr. 350 milliónir. Men hetta tal er jú tað ein forvæntar at kunna forrenta. Annars var keypsprísurin øðrvísi. Hægri ella lægri.

So varð Krúnborg seld fyri ein slikk vóru forvæntningarnir lig null.

So argumentatiónin er nettup at høgt søluvirði merkir stórar forvæntningar. Og tað merkir stóra inntjening. Les hagtølini fyri manningarhýruna. Imponerandi tøl. Ein stórur partur av teimum eru jú millióningar. Og skattur kemur í stríðum streymum. Kommunan kan profitera uttan at gera nakað sum helst. Peningur streymar bert inn. So Heðin M. og kammesjukkarnir skóvla pening inn uttan at røra ein fingur. Hann hevur nokk at gera bert við at tøma kassan og forera til vinstru og høgru. Jólamaður í juli so tað forslær. Óhoyrt góð forrætning. Vorin sum uppgáva! Other peoples money.

So um nú Krúnborg varð seld fyri 700 milliónir, so hevði tað verið enn betri. Ella 1 milliard, ja, hví ikki. Tað er jú heldur ikki tú ella eg sum gjalda. So teir um tað.

Men at vit so hava eitt verri cirkus av politikki, sum ikki kann taka støðu til hetta skattapolitiska roknistykki, er nakað ein ikki kann lasta øðrum enn okkara politiska stýri.

Men sum ein kendur maður segið: stem konservativt, så får du&& det du fortjener! ein undir vangan!Ein lúsing, ein yvirháling ella eina oyrafiku. Vel sjálvur.

Eg kundi hóskandi lagt afturat: stemma uppá borgarliga javnaðarflokk Jóannesar, byrsuberarar við Krút Kristiani á odda og tú fært tað tú fortjenar!