Krúnborg seldi gott í Aalesund í gjár. Teir hava roynt við troli eftir Norðhavssild uttanfyri Aalesund og landaðu 600 tons. Teir fingu 5,61 n.kr fyri kiloið. Krúnborg seldi fyri 3,3 mió. N.kr.
Krúnborg fekk sildina við troli og teir høvdu stutt úti, bert tveir minuttir, so hálaður teir aftur og teir fingu 200 tons í hálinum.
Krúnborg eigur knappliga 5000 tons av Norðhavssild á í norskum sjógvi. 1800 tons kunnu teir royna við Aalesundsleiðina og restina longur norðuri. Sildin stendur djúpt og tað er ikki vanligt at royna eftir henni við troli. Skipari er Sámal Jacobsen, yngri.