Eitt av kendastu nótaskipunum í Føroyum, endar nú sínar dagar í Noregi.
Tað er gamla Krúnborg, hjá Ejleri Jacobsen í Havn, sum nú er seld til Noregs.
Ella seld er so nógv sagt.
Tí tað er norska skipasmiðjan, sum hevur bygt nýggju Krúnborg, sum nú yvirtekur gomlu Krúnborg.
Hinvegin kemur nýggja Krúnborg til Føroya í komandu viku.
Gamla Krúnborg er til fiskskap undir Noregi, og hon kemur so ikki heim aftur.
Ejler Jacobsen sigur, at tá ið sáttmálin um nýggju Krúnborg varð gjørdur, varð tað avtalað, at skipasmiðjan skuldi taka gomlu Krúnborg, sum ein part av fíggingini, um tað ikki eydnaðist at selja hana áðrenn.
Síðani hevur verið roynt at selja gomlu Krúnborg, men til fánýtis.
Eitt nú lógu Jákup Olsen í Vági og aðrir eitt skifti framvið, teir eiga Saksaberg frammanundan.
Men eisini tað miseydnaðist so nú endar báturin í Noregi.
Krúnborg er bygd í Ulsteinsvík í 1973, men hon var longd í 1984
Hóast hon er gomul, er hon í sera góðum standi, sigur reiðarin, tí har er nógv nýtt umborð, eitt nú kraftblokkur og hjálpimotorar.









