Hevur Bo Overvard, búskaparfrøðingur hjá banka- og tryggingarfelagnum Alm. Brand rætt, fer danska krónan í søguna um knappliga tvey ár. Bo Overvard væntar, at spurningurin um danska luttøku í evrusamstarvinum kemur til fólkaatkvøðu næsta heyst.
-Tá fara danir at siga ja, og eitt gott ár seinni fer krónan so í søguna. Tað merkir, at evran kemur ístaðin fyri krónuna nýggjársdag í 2012, sigur Bo Overvad við DR.
Hann ivast ikki í, at skifti frá krónuni til evruna hevði verið gagnligt fyri tann danska búskapin.









