Krýna eitt hálvár við hondbóltsfrásagnum

Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá FM-finalunum í hondbólti á Rás2 í dag.

 

Hetta vikuskiftið fara Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen at krýna eitt hálvt ár við hondbóltsfrásagnum á Rás2, har fyrstu ferð var sagt frá seinast í oktober í 2015.

 

Hilmar Jan Hansen fer at siga frá Neistin-Kyndil, 2. FM finalan hjá kvinnum, sum byrjar klokkan 15. Og Tróndur Arge sigur frá H71-VÍF, 2. FM finalan hjá monnum, sum byrjar klokkan 18. Er neyðugt við einari 3. finalu verður sagt frá teimum í morgin.

 

Heri Simonsen er vertur og tøkningur í Rásarúminum, og fær hæddarpunkt og ljóðsamrøður út á in.fo, har eisini stórt myndatema verður at síggja frá báðum FM-finalunum. Lurtið við á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101. Sendingin byrjar klokkan 14.45 í dag.

 

In.fo fylgir eisini finalunum beinleiðis.