Krím er orsakað av krímvirus, sum setur seg í munn, nøs, háls ella lungu. Hjá frískum børnum, ungum og miðaldrandi gongur sjúkan sum oftast skjótt yvir. Men hjá eldri fólki (yvir 65 ár) og fólki við sukur-, hjarta-, lungna- og nýrasjúkum kann krímsjúka verða hættislig. Eisini hjá fólki, har immunverjan er viknað, kann krímsjúka verða hættislig. Tí eiga fólk í hesum vandabókum at lata seg koppseta fyri krím á hvørjum heysti hjá lækna. Koppseting kann í flestu førum fyribyrgja krímsjúku, og har fólk kortini fáa krím, vil koppsetingin lætta munandi um sjúkueyðkennini. Hjá børnum kunnu eftirsjúkur stinga seg upp so sum miðoyrna- og hjáholubruni.
Hvat kann gerast?
Fært tú krím, eru bestu ráðini at fara til songar. Dekk nógva vætu, og tak um neyðugt 2 parasetamol ísenn í mesta lagi 4 ferðir um samdøgrið fyri at linna fepur og pínu. Børn undir 12 ár skulu hava minni skamt, les tí altíð leiðbeiningina á glasinum. Barnaskamtur er 10-15 mg/kg likamsvekt í mesta lagi 4 ferðir um samdøgrið. Pínustillandi til børn fæst í tablettum, súgvitablettum, sevju ella stikpillarum.
Fyri tipta nøs fæst nasapístr ella dropar. Virkanin heldur sær í nakrar tímar. Tú kanst brúka næsapístr fyri tipta nøs 3 ferðir um dagin í hægst eina viku í senn.
Børn undir tvey ár eiga ikki at nýta hesar dropar, men kunnu ístaðin fáa saltvatn, sum eisini fæst til keyps á apotekinum. Saltvatn tynnir snorið, soleiðis at tað betur rennir úr nøsini.
Fyri sáran háls fáast súgvitablettir, sum virka lokaldoyvandi í hálsinum.
Fyri turran hosta fáast hostadoyvandi tablettir ella sevja. Eisini fæst hostasevja, brúsutablettir og vanligar tablettir fyri at loysa slím.
Heimaráð, sum t.d. at drekka Kamillute, eta C-vitaminir, Echinamindropar og hvítleyk vísir seg at hjálpa fyri krím hjá nøkrum. Hetta eru sum sagt heimaráð, og neyvar kanningar eru ikki gjørdar av virkanini av hesum evnum fyri krím.
Spyr á apotekinum hvat er ráðiligt at brúka í samband við krímsjúku. Ígerðarsjúkur kunnu koma í kjalarvørrinum á krímsjúku (superinfektión, eitt nú lungnabruni), og tí eigur ein at seta seg í samband við lækna, um sjúkueyðkennini versna ella standa við longur enn 1-2 vikur.
--------------------------------------------------------------------------------------
Góð ráð
* Tá ein hevur krím, eigur ein ikki at verða ov strongdur, tí tað kann gera krímið verri.
* Roykur frá tubbakki kann leingja um krím og serliga hjá børnum.
* Tá ein hevur krím er altíð gott at drekka nógv t.d. heita mjólk við húnangi, juice, vatn o.a.
------------------------------------------------------------------------------------
Krím smittar illa
- fylgið tí hesum ráðum:
* Snýs tær við pappírsklúti og bein teir burtur beinanvegin,
* Halt fyri munnin tá tú hostar ella nýsur,
* Vaska tær ofta um hendurnar,
* Lat vera við at rætta hond.
------------------------------------------------------------------------------------
Far til lækna
Sjúkueyðkennini av krími hvørva sum oftast aftaná eina viku ella so, og tá er ikki neyðugt at fara til lækna. Um sjúkueyðkennini vara í meira enn eina viku, og um ein fær fepur ella um ein afturvendandi hevur krím, eigur ein at fara til lækna, at verða kannaður nærri.
Kelda: www.apotek.fo