Krímið kom í seinastu viku

Enn er bara staðfest, at ein maður í Føroyum hevur fingið svínakrím, og illigruni er um, at sonurin eisini er sjúkur

Nýkrím

Randi Jacobsen

randi@sosialurin.fo


Leygardagin kom røringur í, tá ið landslæknin og heilsumálaráðið boðaðu frá, at fyrsti tilburðurin av svínakrími var staðfestur í Føroyum.

Maðurin hevði verið í USA og kom týsdagin 7. juli umvegis Danmark til Føroya.

Hann fekk krím og fór til lækna, og tá ið sonurin eisini fekk krím, fekk leiðarin í Býlingshúsinum í Maritugøti, har drongurin er um dagin, boð um at kalla bæði børn, foreldrur teirra og starvsfólkini í býlingshúsinum til kanningar

Tey fóru øll út a Landssjúkrahúsið, har tey í samsvari við tilbúgvingarætlanina ikki máttu fara inn á sjúkrahúsið, men tey vórðu kannað, meðan tey sótu í bilunum uttanfyri.

Samstundis hava myndugleikarnir heitt á ferðafólki, sum komu til Føroya seinasta týsdagin, sanstundis sum skttaði maðurin, um at ringja til kommunulækna ella til Læknavaktina, um tey hava fingið krím síðan heimferðina. Tað vil siga, at tað er ein møguleiki fyri, at maðurin kann hava smittað onkran í flogfarinum.


Landslæknin og heilsumálaráðið leggja dent á, at hevur ein fingið sjúkueyðkenni, ið geva illgruna um influensu, skal ein í mesta mun verða verandi heima fyri at avmarka smittuvandan sum mest.

- Til endalig greiða er fingin á, um ein er vorðin smittaður, skal ein hava samband við so fá fólk sum til ber og tí skulu fólk ikki fara til lækna, men ringja til lækna heimanífrá, siga heilsumyndugleikarnir.