Landslæknin í Íslandi heldur ikki, at krímsjúkan H1N1 eigur at órógva skúlagongdina. Í einum tíðindaskrivi skrivar landslæknin, at hann hevur fingið nógvar fyrispurningar frá skúlastjórum, foreldrafeløgum og øðrum, sum vilja hava at vita, hvussu krímsjúkan fer at ávirka skúlagongdina.
Landslæknin skrivar, at H1N1 er ein lutfalsliga veik krímsjúka, og at eftir hansara tykki nýtist sjúkan ikki at órógva skúlagongdina.
Íslendska mentamálaráðið arbeiðir við einari leiðbeining í sambandi við H1N1, og hon verður ætlandi klár 1. september, skrivar Morgunblaðið.










