Tað skal ikki meira til enn vanligt krím, og so kann eitt barn við ávísum ílegum fáa astma. Tað vísir ein nýggj altjóða gransking, har eisini danskir granskarar hava luttikið.
Úrslitini eru almannakunngjørd í tíðarritinum The New England Journal of Medicine.
Tá smábørn fáa ógvusligt krím, er ikki óvanligt, at tey hava trupult við at anda. Sum oftast kemur andadrátturin tó í rætt lag aftur, tá børnini gerast frísk.
Summi børn halda tó fram við at hava trupulleikar við andadráttinum, av tí at tey fáa astma í sambandi við krímið. Nú hevur eitt altjóða toymi við granskarum funnið útav, hví nøkur børn fáa astma, meðan onnur sleppa undan.
Høvuðsorsøkin er at finna í ílegunum. Vandin fyri at fáa astma er munandi hægri hjá teimum børnunum, ið hava variantin ORMDL3 á kromosomi nummar 17, og tey fáa infektión av einum virusi, ið nevnist rhino, og er tað mest vanliga, tá fólk fáa krím.
- Vit hava funnið útav, at børnini bara fáa astma, um tey hava ávísar ílegur, og um tey koma í sambandi við rhinovirus og ikki aðrar virustýpur, sigur Hans Bisgaard, ið hevur verið partur av granskaratoyminum.
Í nógv ár hava læknar og onnur innan læknaverðina verið ymisk á máli, hvørt tað er krím í sær sjálvum, ið elvir til astma, ella um krímsjúka ávirkar børn, sum frammanundan bera ílegur, sum síðani føra til astma .
- Enn er ov tíðliga at siga, hvønn týdning úrslitini av kanningini fara at hava, men við hesum hava vit fingið enn betri innlit í og betri fatan av astma og kunnu møguliga brúka úrslitini í sambandi við framtíðar fyribyrging og viðgerð móti astma, siga granskararnir í tíðarritinum.