Magnus á Stongun, kommunulækni á Eiði, sigur, at tað er eitt sokallað várkrím, som gongur í løtuni.
- Tað er ikki talan um influensu, men eitt vanligt várkrím, sum kanska er verri enn tey, sum plaga at vera hesa árstíðina, sigur kommunulæknin Magnus á Stongun.
Tað eru mest børn, sum leggjast inni við millumoyra betendilsi og tílíkum. Ikki eru tað nógv vaksin, sum verða sjúk, men summi fáa influensulíknandi sjúkueyðkenni.
Pól Jóhannes í Horni, kommunulækni í Fuglafirði, sigur, at hetta er ikki meira enn vanligt. Og tó, so verður okkurt smábarnið innlagt.
- Tey hosta so mikið illa, at tey missa ondina, sigur Pól Jóhannes, kommunulækni.
- Men annars er onki nýtt at síggja, sigur Magnus á Stongun, kommunulækni á Eiði.